EY5_0657.jpg

Príspakkar

At taka myndir er at æviga løtur. Og hvørjar løtur eru størri enn brúðardagurin? Spenningurin í løtuni tú verður pyntað. Romantikkurin tá eyguni møtast og fyrsta egnabrá verður kastað á komandi hjúnarfelaga. Stóra vígdarløtan frammanfyri familju og vinum. Fyrsta løtan, fyrsti kossur, sum maður og kona. Løturnar eftir vígsluna, tá kenslurnar renna frítt. Og løturnar í gleði og veitsluhýri... Jú, dagurin er fullur í ríkum løtum.

Tað er ikki lætt at seta virði á slíkar myndir. Og tað eri ikki lítil ábyrgd einum verður litið til, sum myndamaður. Men eg átaki mær hesa ábyrgd við drúgvum royndum handan myndatólið og við innlivan. Tað er hesar løtur eg vil æviga í myndum saman við tykkum. Løtur ævigaðar til framtíðina, at deila saman, og við børnum og ommubørnum.

Viðvíkjandi at seta prís á tílíkar løtur er mín hugsan at tað ikki ber til at seta klokkutíð á.

Tí havi eg gjørt ymiskar príspakkar, sum eru gjørdir eftir løtum, heldur enn eftir tímum.

Pakkarnir eru vegleiðandi og eru onnur ynski kunnu vit altíð tosa um tað :)
Príspakkarnir síggjast niðanfyri her. Allir prísirnir eru við mvg

_EYD8300.jpg

Brúðarpakki 1

Eg fylgi tykkum við myndatólinum allan dagin og kann á tann hátt fanga góðu løturnar á degnum.

Myndirnar verða eftirhugdar og viðgjørdar á ein professionellan hátt.

Tit fáa ein geyma við øllum myndunum í hægstu góðsku, innan tvær vikur.

Við í pakka 1 er:
Klárgering, vígsla, familjumyndir, brúðarmyndir og veitslan.

Umleið: 300-500 myndir

Prísur: 26.000 kr

_EYJ4134-Edit.jpg

Brúðarpakki 2

Eg fylgi tykkum við myndatólinum frá klárgeringini og kann á tann hátt fanga góðu løturnar á degnum.

Myndirnar verða eftirhugdar og viðgjørdar á ein professionellan hátt.

Tit fáa ein geyma við øllum myndunum í hægstu góðsku, innan tvær vikur.

Við í pakka 2 er:
Klárgering, vígsla, familjumyndir og brúðarmyndir

Umleið: 200-300 myndir .

Prísur: 18.000 kr

EY5_2583-Edit.jpg

Brúðarpakki 3

Eg fylgi tykkum við myndatólinum frá vígsluni og inntil veitslan byrjar og kann á tann hátt fanga góðu løturnar á degnum.

Myndirnar verða eftirhugdar og viðgjørdar á ein professionellan hátt.

Tit fáa ein geyma við øllum myndunum í hægstu góðsku, innan tvær vikur.

Við í pakka 3 er:
Vígsla, familjumyndir og brúðarmyndir

Umleið: 200 myndir .

Prísur: 14.000 kr

EY5_2266.jpg